Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert á Fiskastykkinum í Sandavági við lokala trubadurinum Holgari Jacobsen.
Holgar er ein tónleikari, ið hevur givið nógvan tónleik út í Føroyum av ymiskum slagi. Síðstu tíðina mest sum singer-songwriter.
Holgar hevur annars spælt í nógvum tónleikabólkum og er sera virkin enn.
Í samband við konsertina hevur Fiskastykkið opið til kl. 21.30, har til ber at fáa sær ein góðan nátturðabita áðrenn konsertina.
Konsertin er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo