Tríggir alibátar hjá alifyritøkuni Hiddenfjord hava í morgun sleipað tveir aliringar, sum skulu liggja við tunnilsmunnan út fyri tí sum verður kallað Suðuri í Bug í Vestmannasundi.
- Vit hava arbeitt við hesum eina tíð, og nú eru vit komnir hartil, at klárt er at fara undir prosjektið, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, við VP.
Har er streymhart í Vestmannasundi, men Atli Gregersen sigur at teir hava ment eina streymforðing, saman við verkfrøðinginum Øystein Patursson, sum skal út á báðar endarnar á alibrúkinum, so streymurin kemur niður í eina helvt.
Spurdur nær hann roknar við at klárt verður at ala í Vestmannasundi, sigur Atli Gregersen, at hann væntar tað verður einaferð í heyst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo