Í dag fer ves-vognurin sum hevur staðið á Syðradals kaj vestur til Sørvágs í sambandi við Country-festivalin.
Tað hevur Klaksvíkar kommuna kunnað Landsverk um.
Landsverk hevur lænt ves-vognin frá Klaksvíkar Kommunu síðan november 2020.
Meðan fólk á Country-festivalinum fáa góðar umstøður, so er ivasamt hvat ferðafólkini á Kalsoynni fara at gera.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo