07 Vestur: Nú flytingarvindeygað lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark steðga í 07 Vestur.
Marius Hagen spældi nakrar dystir í fjør summar, og væntað var at hann kom at gera stóran mun í kappingini í ár. Tíverri hevur hann verið illa darvaður av skaðum og hevur bert leikt 2 dystir fyri felagið í ár. Semja er komin í lag um at slíta sáttmálan, og hann er tískil farin heim aftur til Noreg.
Mads Winther bleiv leigaður í SønderjyskE fram til í summar, tá sáttmáli hansara við danska felagið gekk út. Hann spældi nógvar av fyrstu dystunum, men hevur síðan verið darvaður av skaða. Tískil hevur 07 Vestur avgjørt ikki at bjóða honum at halda fram, hóast hann er leysur av sáttmálanum við SønderjyskE.
07 Vestur takkar báðum leikarunum fyri samstarvið og ynskir teimum bestu eyðnu víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo