Fyri løtu síðani høvdu tvey flogfør bíðað eftir líkindum at seta seg á flogvøllinum í Sørvági, men um 17.50 tíðina setti flogfarið hjá Atlantic Airways seg.
Bæði flogførini, tað hjá Atlantic Airways og eitt hjá Titan Airways, komu úr Keflavík.
Titan Airways-flogfarið var sett at lenda klokkan 16:36, men klokkan gott 18 setti tað kós aftur móti Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo