Sunnudagin kl 19, verður møti í Saron í Sandavági, har danski presturin David Serner luttekur.
David hevur verið prestur í donsku kirkjuni í Jerúsalem í nógv ár, og hevur hann eisini skrivað nýggju bókina: Jesus-Believing Israelis: Exploring Messianic Fellowships. Bókin er um støðuna hjá messianskum jødum í Ísrael í dag. Teir hava tosað við allar meinigheitir í Ísrael og vísa í bókini hagtøl fyri, hvussu nógvir messianski jødar eru í Ísrael, og hvussu støðan hjá teimum er.
Á møtunum tosar hann milllum annað um støðuna hjá messianskum jødum í dag.
Øll er hjartaliga vælkomin!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo