Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Seinasta mánaðin eru nógvar deyðar súlur sæddar og tiknar upp um alt landið, eisini á sandinum í Sørvági eru fleiri súlur tiknar upp og í dag sat hendan súlan við vegjaðaran úti við Bíggjarvegin.

Men hvat fer Havstovan at viðmæla ella gera nú støðan er so álvarsom hjá súluni?

Súla eigur sum kunnugt bara úti í Mykinesi og er stovnurin ikki serliga stórur, hetta sjálvt um hann er vaksin eitt sindur, men nú er støðan álvarsom, ikki bert fyri súlu men eisini skúgv og bak.

Sum er kanst tú skjóta hesar fuglar alt árið, eisini meðan fuglarnir hava pisu! 

Fer Havstovan at viðmæla at avmarka veiðu av hesum fuglum ella at friða hesar fuglar, ella onkran av teimum alt árið ella tá ið teir hava pisu?

Eyðsæð er at okkurt má gerast fyri at stuðla ella at verja hesar fuglar.

Rodmund á Kelduni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo