Hetta vikuskiftið var ein lítil stórhending á Slættanesi, tí eini hús vórðu reist í bygdini.
Slættanes er niðursetubygd á Vágoynni sum varð avfólkað í 1964. Men fleiri hús standa framvegis ið fyri tað mesta verða brúkt til summarhús.
Tað er Egin Markná sum hevur umvælt húsini, har hann sjálvur búði sum smádrongur, og nú hevur bygt nýtt omaná grundina. Egin var 9 ár tá tey fluttu úr bygdini í 1962.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo