Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað er eitt sindur óvist um mykinesmenn fara eftir súlu í ár. Súlan í Føroyum hevur, eins og súla aðrastaðni, fingið herviligt fuglakrím, og tað frættist frá óvanliga nógvum deyðum súlum, eins og fugli ið ikki tykist eins byrgur og hann átti at verið.

Esbern í Eyðansstovu, bóndi í Mykinesi, sigur við VP, at teir í næstum ætla at fara at flúgva við eini dronu, sum hevur hitamátara, og soleiðis vita, um deyð súla møguliga eisini liggur á rókunum.

- Vit hava frætt úr Íslandi, at har fór súlan knappliga at doyggja ímeðan hon lá á reiðrinum. Vit síggja ikki her, hvussu støðan er á rókunum, men ætla at fara at kanna tað nærri, sigur Esbern í Eyðansstovu við VP. 

Spurdur um teir hava tosað nakað um veiðuna, sum plagar at vera síðst í august, sigur hann, at teir hava havt tað uppi at venda, men ongin avgerð er tikin um tað enn.

- Nú kanna vit fyrst við dronuni, hvussu støðan er. Men tað sigur seg sjálvt, at um súlan er illa fyri og sjúk, so hevði tað verið best fyri stovnin at fingið frið. Umframt eisini, at tað helst er ivasamt hvussu skilagott tað er at koma í samband við sjúkan fugl.

Esbern í Eyðansstovu sigur, at eitt annað, tey hava lagt til merkis í Mykinesi er, at nærum ongin skúgvur er.

- Her hevur átt nakað av skúgvi leingi, men hann er at kalla allur burtur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo