Atlantic Petroleum hevði 13,8 mió kr í halli í fjør. Tað skal samanberast við hall uppá 18,6 mió kr í 2022. Ein samanteljing í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz vísir, at árini frá 2004 til 2023 hevur samlaða hallið verið stívliga ein milliard krónur.
Felagið hevur dóttirfeløg í Írlandi og Stórabretlandi, og undir einum var úrslitið hjá samtakinum í fjør nærum 21 mió kr skeiva vegin.
Í frágreiðingini sigur leiðslan, at tað er týðandi óvissa um framhaldandi rakstur hjá samtakinum. Felagið má fáa eina loysn á skuldini og framhaldandi framleiðslu frá Orlando feltinum, sum er einasta aktiv av týdningi hjá Atlantic Petreoleum.
Samlaða skuldin hjá samtakinum var við ársbyrjan 141 mió kr. Gjaldkomin skattur var 3,7 mió kr.
Mark T. Højgaard er stjóri í Atlantic Petroleum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo