Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Granskingarráðið: Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans 9,9 mió. kr. í stuðli til gransking frá Granskingarráðnum.

39 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar. Søkt varð um íalt 36 mió. kr.  

Av teimum 12 verkætlanunum eru 7 ph.d.-verkætlanir. 67% av verkætlanarleiðarunum eru kvinnur og 33% menn.

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er 1,5 mill. kr. meira enn undanfarin ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað afturat, tí var samlaða játtanin 9,9 mió. kr. 

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Bergur Rønne Moberg: "Glataði spælimaðurin. Ein ævisøga um William Heinesen"
Verkætlan á Københavns Universitet - kr. 625.000

Pætur Zakariasson: "Frá firring til luttøku – ein kanning av fráveru og luttakandi virki í undirvísingarumhvørvum í Føroyum"
Ph.d. verkætlan á Námi og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.600.000

Sissal Dahl: "Hvussu megna og skipa kvinnur í oyggjasamfeløgum ólønt umsorganararbeiði? Ein komparativ kanning"
Ph.d. verkætlan á University of Grooningen - kr. 1.200.000

Helena L. Mortensen: "Náttúra og veðurlagskreppa úr barnaeygum - Ein vistgreinandi og frásagnarfrøðilig viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi"
Ph.d. verkætlan á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 1.600.000

Harriet Hammer: "Landsfevnandi kanning av heilivágsnýtslu í Føroyum" 
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr. 390.000

Maria Skaalum Petersen: "Hava ”varandi dálkingarevni” ”varandi ávirkan” – ein kanning av PFAS eksponering og ovurfiti hjá vaksnum føroyingum"
Verkætlan í Heilsugranskingareindini - kr. 660.000

Fróði Fríðason Jensen: "Primær Ciliær Dyskinesi í Føroyum"
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum og Københavns Universitet - kr. 1.000.000

Jana Mortensen: "Hvussu fólk í Føroyum, sum hava kognitivar avbjóðingar sum fylgja av parkinson sjúku, navigera í dagligdegnum"
Ph.d. verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - kr. 445.000

Heidi Wolles Ljósheim: "Numeriskar metodur til samvirknar partikulskipanir og optimering avmarkað av partvísum differentiallíkningum"
Ph.d. verkætlan á University of Edinburgh - kr. 525.000

Svein-OIe Mikalsen: "Genomini hjá føroyskum toski - útbreiðsla og søga"
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - kr. 505.000

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá: "Umhvørvis DNA - Eitt hent amboð til stovnskanningar av uppsjóvarfiski og skráseting av hjáveiðu"
Ph.d. verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Varðanum - kr. 370.000

Amanda Vang: "Føroyska hvalspýggjan og vitan um útbreiðsluna av hvalspýggjum í Norðuratlantshavi"
Verkætlan á Firum - kr. 1.000.000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo