Klaksvíkar kommuna: Nýggi leiðarin á NR (Nánsfrøðiligu Ráðgevingini) hjá Klaksvíkar kommunu er Anja M. Olsen. Anja er útbúgvin námsfrøðingur og Cand. pæd.pæd frá DPU. og hevur starvast á NR síðan 2014.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini. Námsfrøðiliga Ráðgevingin fevnir um: Hvannasunds-, Kunoyar og Klaksvíkar kommunu.
Námsfrøðiliga Ráðgevingin tekur støði í § 5 í dagstovnalógini, og stovnar kunnu fáa ráðgeving í mun til eitt einstakt barn, ein barnabólk ella fakliga innihaldið í arbeiðnum. Endamálið er at tryggja, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.
NR heldur til á Fornagørðum á Klaksvíksvegi 7.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo