- Tað ber væl til at skanna fyri prostata við nýggja MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur Jóhan Poulsen, urologur, við Útvarpið.
- Nýggi skannarin kann skanna prostata-sjúklingar í morgin, og allar avtalur eru longu komnar uppá pláss.
- Avtala er longu gjørd við sjúkrahús í Aalborg um at kanna myndirnar, sum verða tiknar við skannaranum í Klaksvík, og avtalað er eisini, at svar verður sent aftur til Føroya.
- Tí er ikki neyðugt at senda fólk til Danmarkar at skannast fyri prostata, sigur Jóhan Poulsen við Útvarpið í tíðindunum í kvøld klokkan 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo