Ukrainska trygdartænastan misteinkir russiska generalin Oleg Makarevich fyri at vera tann, sum stílaði fyri spreingingini av Kakhovka-byrgingini síðsta ár.
Tað skrivar tænastan í einum tíðindaskrivi á Telegram.
Vatnflóðin eftir spreingingina drap 30 fólk í økinum, meðan fleiri hundraðtúsund høvdu ikki reint drekkivatn. Talan gjørdist um eina menniskjaliga og umhvørvisliga kreppu, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo