Bretski sjónvarps-profilurin Michael Mosley, 67 ár, er saknaður.
Á hesi myndini er hann á strondini, har hann seinast er sæddur, skrivar VG.
Sambært eini Facebook-eftirlýsing kom hann ongantíð heim aftur eftir ein gongutúr á griksku frítíðaroynni Symi, sum liggur um ein tíma frá Rhodos.
BBC skrivar at agentur hansara váttar at hann er saknaður.
Í Facebook-innlegginum skrivar ein kvinna at Mosley fór av strondini St. Nicks um kl. 13.30 lokala tíð mikudagin. Hon deildi eisini mynd av Mosley, sum VG hevur fingið staðfest er tikið á strondini, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo