Løgreglan: Ein 25 ára gamal maður er í dag dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti fyri at innflyta uml. 3 kg. av hassji til Føroya við tí fyri eyga at selja tað víðari.
Maðurin, sum kom til Føroya í gjár við Norrønu, bleiv steðgaður av tollvaldinum. Tað vísti seg, at hann hevði goymt uml. 3 kg. av hassji í bilinum hjá sær.
Maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi málið avgreiðast við einum sokallaðum straksdómi í Føroya Rætti í dag. Maðurin bleiv dømdur 6 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
Umframt fongsulsrevsingina blivu bilurin, sum hassjið var smuglað í, og hassjið, konfiskerað.
Maðurin hevur nú 14 dagar at kæra dómin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo