Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Børn og øll sum ætla sær at fáa sær børn eiga at avmarka át av feitum fiski, siga norskir læknar og granskarar.

Beint ímóti ES tilmælum siga norskir myndugleikar at vit skulu eta meira av matinum sum ger at vit fáa í okkum mest av umhvørviseiturevni, nevniliga fiski, siga granskararnir.

– Tilmælið um at eta meira fisk er ikki til at skilja, sigur Anne-Lise Bjørke Monsen við VG.

Hon er serfrøðingur í barnasjúkum og í medisinskari biokemi og yvirlækni á sjúkrahúsinum Innlandet, Helse Førde og Haukeland universitetssjúkrahúsi.

Umhvørviseiturevni eru í øllum mati. Men fiskur er ringast, halda granskararnir.

– Tess meira fisk og tess meira feitan fisk vit eta, tess meira av umhvørviseiturevni fáa vit í okkum. Fyri børn og ófødda lívið kann tað vera sera skaðiligt, sigur Bjørke Monsen.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo