Sambært norska Kripos høvdu fleiri av nýføðingunum sum doyðu í fjør sovið saman við sínum foreldrum.
– Tað er ørkymlandi at so mong sum 10 av teimum 15 børnunum sum doyðu høvdu sovið saman við foreldrunum, sigur kanningarleiðari hjá Kripos við NRK.
Kripos hevur merkt eina øking í talinum av fráboðaðum málum frá 2022 til 2023 sum eru viðvíkjandi børnum undir eitt ár.
Frá 21 málum í 2022 til 33 mál í 2023.
Í 15 av hesum førunum doyði barnið, og vóru øll hesi børnini undir seks mánaðir, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo