Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

28 sjúklingar hava fingið boð at fara til Danmarkar til skanningar fyri prostata tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki at tær verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skrivar Norðlýsið.

Norðlýsið hevur fingið at vita frá keldum innan sjúkrahúsverk Føroya, at 28 sjúklingar skulu til Danmarkar at skannast fyri prostata, hóast teir væl kundu verið skannaðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Umframt spill av tíð hjá sjúklingum og avvarðandi, so er tað eisini spill av skattgjaldarans pengum. Útreiðslan fyri hvønn sjúklingin er umleið 50.000 krónur fyri hvønn so talan er um eina útreiðslu á umleið 1.400.000 krónur. 

- Tað verður mett at skanningarnar av teimum 28 sjúklingunum høvdu tikið eina viku at framt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skrivar Norðlýsið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo