Í Góðan Morgun Føroyar upplýsti nýggi stjórin í Filmhúsinum, at Mentamálaráið hevði valt ein útlending í stýrið fyri Filmhúsið.
VP hevur biðið um innlit í málið og spurt, hví Mentamálaráðið fer til útlond at manna eina føroyska nevnd í eini spírandi og nýskapandi vinnu, sum nógv hava álit á og sum eisini gongur hond í hond við ferðavinnuna.
Í dag kom eitt svar frá einum deildarleiðara í Mentamálaráðnum, sum noktar at upplýsa nakað sum helst.
Viðkomandi sigur eisini, at ógegni hevur verið í øðrum ráðum, tí er tað fallið viðkomandi í lut at svara.
Hvat ógegnið er og hví tað er íkomið, verður ikki upplýst.
Málið er lokað og einki verður upplýst um, hví ein útlendingur er settur í stýrið fyri Filmhúsið, er niðurstøðan, og sagt verður eisini at ikki hjálpir at biðja um meirinnlit tí "Almanna- og mentamálaráðið ger ikki meiri við málið."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo