GroAqua: Føroyska felagið GroAqua hevur bygt ein nýggjan fóðurflaka til MOWI í Føroyum. Talan er um ein stóran fóðurflaka, sum kann taka 1.000 tons av fóðri og kann fóðra 16 aliringar stamstundis. Flakin er 39 m langur og 13 m breiður.
Sáttmálin um hesa stóru verkætlan bleiv undirskrivaður av GroAqua og MOWI í juni í fjør, og fóðurflakin bleiv latin til tíðina sambært sáttmálanum.
- Vit hava arbeitt tætt og væl saman við starvsfólkum hjá MOWI síðstu 11 mánaðirnar í samband við hesa stóru verkætlan, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua hevur gingið á odda við at projektera og byggja hendan fóðurflakan. Eg eri errin av, at okkara dugnaligu starvsfólk í Føroyum og Pólandi hava megna at projektera og byggja ein so stóran fóðurflaka innan so stutta tíð.
Tað er felagið hjá GroAqua í Pólandi, sum hevur bygt flakan, og verkætlanar leiðslan hevur ligið í Føroyum. Skipanirnar umborð eru mentar í GroAqua á Kambsdali. Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi.
- Tá vit gera nýggjar íløgur er tað umráðandi fyri okkum, at hesar eisini taka hædd fyri umhvørvinum, har hesar koma at virka sigur Steffan Gaard, aliformaður hjá MOWI. Tískil hava vit gjørt flakan kláran til at taka landstreym, samstundis sum vit hava ljóðbjálva útgerð umborð, so flakin so at siga ikki órógvar nærumhvørvið. Við nýggja flakanum verður møguleiki at fóðra allar ringarnar samstundis og ger hetta alingina so effektiva sum møguligt.
GroAqua er ein føroysk fyritøka við omanfyri 100 fólkum í starvi, sum menna og framleiða tøkni og KT skipanir til alivinnuna. Felagið hevur deildir í Føroyum, Norra, Skotlandi, Pólandi og Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo