Tórshavnar kommuna: Integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu fer undir átakinum Altjóðahúsið nú at húsast í Heinesenshúsi á Tinghúsvegi 12.
Nú mentanarnátt er, verður opið hús í Heinesenshúsi frá klokkan 17 til 20 fríggjadagin 7. juni.
Høvi verður at tosa við integratiónstoymið hjá Tórshavnar kommunu. Eisini verður tónleikur og okkurt gott til góman.
Altjóðahúsið verður í framtíðini karmur um virksemið hjá integratiónstoyminum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo