Umhvørvisstovan: Eysturkommuna hevur, saman við felagnum 24.04.2023 P/F, ætlanir um at fara undir nýggja havnarverkætlan norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði. Nýggja kaiin verður sambært ætlan staðsett á matrikkul 334b og matrikkul 334c í Syðrugøtu.
Ætlanin er at gera sonevnda spunskai til vinnuvirksemi og frystitunlar. Roknast kann við, at upp til 30 % av víddini á havnarlagnum verða brúkt til bygningar (sí mynd 2). Tilsamans verður havnarøkið uml. 100.000 m2 stórt, og uml. 230.000 m3 av gróti verða brúktir til kaiina. Grótið fæst úr frystitunlum, ið ætlanin er at gera á staðnum.
##med2##
Mynd 2. Yvirlitsmynd av verkætlanini hjá felagnum 24.04.2023 P/F og Eysturkommunu
Við verkætlanini fær Varðin fleiri atløgupláss til skip og pláss til atknýtt virksemi, og Eysturkommuna fær fleiri vinnustykkir við atløgusíðu og kaiplássi at bjóða vinnuni í kommununi.
Nýggja havnarøkið liggur í býarætlanarøki D, sum er lagt út til havnarøki í byggisamtyktini fyri Eysturkommunu. Eysturkommuna upplýsir, at tað ikki er møguligt at víðka um havnarlagið í Norðagøtu, og tí verður havnavirksemið víðkað til Skálafjørðin.
Búlendiskanningar hava staðfest, at í økinum, har ætlanin er at staðseta havnarlagið er talið av djóra- og plantusløgum, og lívfrøðiligum fjølbroytni ikki stórt. Tó verður mett, at økið kring Kvørnina, skamt sunnanvert Tjørnunes og um 280 m frá syðra markinum á ætlaða havnarlagnum, er vert at varðveita grundað á “vakurleika, rekreativ virði, og tí at einki samsvarandi øki finst í nærumhvørvinum”.
Kanningar eru gjørdar av alduávirkan frá skipum, ið fara at sigla framvið Kvørnini til og frá ætlaða havnarlagnum. Í Umhvørvisárinsmetingini fyri havnarverkælanina norðanvert bygdina Undir Gøtueiði verður mesta ferðin ásett til 4 míl fyri skip, tá tey nærkast og skulu leggja at nýggju kaiini.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her:
Fylgiskjal 3: Alduávirkan við Kvørnina
Freistin at koma við viðmerkingum er fríggjadagin 19. juli 2024
Almenna lýsingin kann síggjast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo