Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fundur í Føroya Váðaráði 3. juni 2024: Føroya Váðaráð hevur hildið seksogtjúgunda fundin og metir framvegis, at tekin ikki eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Útlánsvøksturin í føroysku bankunum er høgur, men er tó lækkaður síðani januar 2024. Í mars 2024 var útlánsvøksturin 8,5% í føroysku bankunum. Útlánsvøksturin  stavar serliga frá útlánum til kommunur og almenn feløg. Lán, sum almenn feløg og kommunur taka, eru ein óbeinleiðis eksponering hjá landskassanum. Váðaráðið leggur til merkis, at innlánsyvirskotið í føroysku bankunum framvegis er lækkað, men at gjaldførið í bankunum hinvegin er nøktandi. Búskaparligu lyklatølini eru jalig, og sambært nýggjastu útlánskanningini, boða bankarnir hvørki frá fleiri umbønum um skáar ella fleiri eftirstøðum enn vanligt. Hetta hóast fíggjarliga støðan hjá húsarhaldunum er versnað orsakað av stóru prís- og rentuhækkingunum. Føroya Váðaráð heldur framvegis eyga við útlánsvøkstrinum í føroyska bankageiranum.   

Búskaparliga støðan er góð; tað er avlop á vøruhandilsjavnanum, arbeiðsloysið er lágt (1%, april 2024) og inflatiónin er lækkandi (2,6%, 1. ársfj. 2024). Hagtølini fyri kortnýtslu hjá føroyingum í Føroyum og uttanlands vísa, at nýtslan teir fyrstu 3 mánaðirnar av 2024 ikki hevur verið lægri, enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað kemur væntandi av, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er stinnur og at arbeiðsloysið er søguliga lágt. Nominelli búskaparvøksturin er mettur til 4,4% í 2024, men verður atlit tikið at væntaðu prísgongdina, verður reali vøksturin eftir øllum at døma lágur í 2024.

Sethúsaprísirnir eru øktir í fyrsta ársfjórðingi í 2024 í Havnini, bæði á sethúsum og íbúðum samanborið við fyrsta ársfjórðing 2023, meðan teir í sama tíðarskeiði eru lækkaðir í restini av landinum. Tølini eru tó heft við óvissu, tí einstakar sølur kunnu ávirka miðalprísin, serliga tá ið talið av sølum er lágt[1]. Bústaðarrentan er nú í miðal 5,36% (mars 2024) frá føroysu bankunum og 3,36% í miðal á sethúsalánum hjá føroyskum kundum í donskum realkredittstovnum íroknað bidrag. Evropeiski Miðbankin (ECB) hevur 6. juni fráboðað eina rentulækking á 0,25 prosentstig við gildi 12. juni 2024. Nationalbankin fráboðaði eftirfylgjandi eisini eina rentulækking á 0,25 procentstig, galdandi longu frá 7. juni 2024. Hetta fer síðani eisini at ávirka renturnar í føroysku bankunum.  

Útlánsvøksturin frá føroysku bankunum var 8,5% í mars 2024 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.  Útlánsvøksturin er sostatt fremvegis høgur, men hann er tó lækkaður síðani árslok 2023. Útlánsvøksturin stavar serliga frá útlánum til kommunur og almenn feløg, tó sæst eisini ein vøkstur í útlánum til húsarhaldini. Vøksturin í útlánum til føroysku húsarhaldini stavar tó mest frá tí, at tey hava skift frá donskum realkredittlánum til føroysk bústaðarlán. Húsarhaldini skylda 13,9 mia. kr. tilsamans har 10,4 mia. kr. er skuld í føroyskum bankum, meðan 3,5 mia. kr. er skuld í donskum realkredittstovnum (mars 2024). Útlánsvøksturin hjá donskum realkredittstovnum til føroyskar kundar er negativur, og útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnum tilsamans, var 5,7% í mars 2024.  

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum til kommunur og almenn feløg er høgur. Kommunurnar hava økt um lántøkuna við umleið 200 mió. kr. í tíðarskeiðinum frá mars 2023 til mars 2024. Burturav samlaðu skuldini hjá øllum kommununum á 1,6 mia. kr., skylda Tórshavnar- og Klaksvíkar kommuna 900 mió. kr.; tær skyld um 450 mió. kr. í part. Kommunurnar hava millum annað lænt til at byggja havnir og íløgur í undirstøðukervið, meðan almennu feløgini hava lænt til íløgur í fastogn, flutning og el-framleiðslu. Vøksturin í útlánum til privatu vinnuna var hinvegin lágur; hann var 0,9% í mars 2024. Lán, sum almenn feløg og kommunur taka, eru ein óbeinleiðis eksponering hjá landskassanum.

Innlánsvøksturin í føroysku bankunum var negativur í mars 2024; hann var -0,4% frá føroyskum kundum tilsamans, men var tó positivur hjá húsarhaldunum (3,8% í mars 2024). Innlánsvøksturin hjá húsarhaldunum er øktur; hann hevur áður verið lægri, til dømis var hann 1,8% í mars 2023. Innlán, sum hava eitt sindur longri uppsagnartíð, eru nú økt, og tað kemur allarhelst av øktu innlánsrentuni. Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum íroknað útlendsku deildina hjá Føroya Banka er framvegis lækkandi. Innlánsyvirskotið var 239 mio. kr. í mars 2024, men gjaldførið hjá bankunum er hinvegin nøktandi.  

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men leggur til merkis, at útlánsvøksturin er høgur til kommunur og almenn feløg, sum óbeinleiðis er ein eksponering hjá landskassanum. Føroyar Váðaráð varnast eisini, at innlánsyvirskotið hjá bankunum er lækkandi. Føroya Váðaráð heldur vakið eyga við útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum, og eygleiðir framvegis viðurskifti, sum hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur evni

Kapitalkrøv
Føroya Váðaráð umrøddi á fundinum samlaðu kapitalkrøvini, sum føroyski bankarnir skulu lúka, umframt hvat slag av kapitali, sum ymsu kapitalkrøvini kunnu lúkast við. Hetta var samanborið við kapitalprosentini í roknskapunum fyri 2023 hjá føroysku bankunum. Allir føroysku bankarnir lúka síni kapitalkrøv við árslok 2023.

Útlánskanning
Í útlánskanning Landsbankans frá fyrsta ársfjórðingi 2024 meta tríggir av fýra peningastovnum støðuna sum heild vera óbroytta í mun til ársfjórðingin fyri. Ein av peningastovnunum hevur hert kredittstandardin eitt vet mótvegis privat- og vinnukundum vegna øktan váða, men kredittstandardurin væntast at linka aftur, tá ið renturnar lækka. Tveir út av fýra peningastovnum boða frá lægri eftirspurningi frá privatkundum eftir fígging. Eins og í undanfarnu ársfjórðingunum, er fíggjarstøðan hjá privatkundum mett at vera versnað vegna inflatión og rentuhækkingar, men bankarnir boða ikki frá fleiri trotum ella fyrispurningum um skáar á lánum.

Grøna orkuskiftið 
Føroya Váðaráð hevur umrøtt veðurlagsbroytingar, og hvussu tað kann ávirka fíggjargeiran og harvið fíggjarliga støðufestið. Føroysku bankarnir taka bæði atlit til fysiskar avleiðingar av veðurlagsbroytingum og váðar í sambandi við grøna orkuskiftið í síni váðastýring. Bankarnir skunda harafturat undir grøna orkuskiftinum við at bjóða lægri rentu fyri sonevnd grøn lán, sum eitt nú eru lán til íløgur í grønar orkukeldur so sum hitapumpur og fjarhita ístaðin fyri oljufýr, ella el-bilar ístaðin fyri vanligar bilar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo