Haps koyrir kapping fram til leygardagin á Facebook, men nú verða luttakarar av kappingini kontaktaðir av hackarum við boðum um at tey hava vunnið og biðin um at trýsta á leinkju, skrivar ein lesari til VP.
Tað var 13 ára gamli Nói R. Djurhuus sum sá hetta.
Sum sæst á myndini frá hackarum, so hevur síðan bert 1 Like, meðan originala síðan hevur gott 6000 likes.
So eru boðini farin víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo