Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Tann 29. mai varð nýggja heimasíðan hjá Havstovuni gjørd almenn. Tað er fyritøkan Lunnar, sum hevur ment og sniðgivið síðuna. Nýggja heimasíðan er eitt munandi framstig í mun til undanfarnu síðu og gevur brúkaranum væl betri møguleikar at finna júst tað, honum tørvar.

Havstovan kannar og granskar bæði ólívrunnin viðurskifti, sum stýra fysiska umhvørvinum í havinum, og lívrunnin viðurskifti, sum eru lívið í havinum.

Á síðuni er tilfar um sjálvt havið bólkað sum Hiti og saltRák og Havsúrgan, og um lívið í havinum sum PlantuplanktonDjóraplanktonFiskurSjófuglur og Havsúgdjór.

Ovast í høgra horni er ein valmynd (tríggjar strikur), har alt tilfarið á síðuni er skipað í ymsar bólkar. Havið og Lívið í havinum eru ovast, men nógv annað forkunnugt er eisini.

Nógv av tilfarinum verður víst við grafum. Hesir eru samvirknir, soleiðis at til ber at sløkkja og tendra ymsu farstrikurnar, fyri betur at síggja tað, ein hevur áhuga í. Og sum nakað nýtt ber í flestu førum til at heinta sær tølini niður og arbeiða víðari við teimum. Hetta kann vera serliga hent at brúka sum taltilfar í skúlahøpi. Annað forkunnugt at nýta í skúlahøpi er at finna undir Útgávur.

Heimasíðan hevur eisini eina funku, har borgarar kunnu boða Havstovuni frá onkrum spennandi ella heilt serligum, teir hava sæð og samstundis senda mynd inn av hesum. Ein onnur hent funka er at kunna seta bókamerkir ymisk støð á heimasíðuni, sum mann t.d. vitjar ofta.

Onnur viðurskifti av stórum áhuga á síðuni eru eitt nú TilmæliVerkætlanir og Gróðurin á Langrunninum. Júst nú er serliga spennandi at fylgja gongdini í gróðrinum á Landgrunninum, sum hevur stóran týdning fyri vistskipanirnar í sjónum. Enn boða úrslitini frá góðum og vónandi heldur góða gongdin fram.

Rannsóknarskipið Jákup Sverri ger rannsóknir nærum árið runt. Á síðuni ber til at síggja, hvar ið hann er staddur beint nú, hvør rannsókn verður gjørd í løtuni og at síggja frágreiðingar frá áður gjørdum rannsóknartúrum.

Um vitjandi ynskja at verða kunnaði um nýggjastu tíðindi og granskingarúrslit, sum Havstovan leggur á heimasíðuna, kunnu tey melda seg til sjálvvirkið tíðindabræv niðast á síðuni.

Havstovan er ein almennur stovnur, sum burturav skal granska í havinum og formidla vitanina um havið. Nýggja heimasíðan er eitt týdningarmikið amboð í hesum sambandi, nevniliga við at økja um fatanina og týdningin av havinum millum fólk, og fyri at eggja til burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo