- Altjóða kapping skuldi verið uppløgd í eini so stórari og altjóða hugsaðari verkætlan sum Glasir, har vit fara at útbúgva fleiri túsund ungar føroyingar til kritiskar samfelagsborgarar, skrivar Kinna Poulsen millum annað á listaportal.com nú komið er fram, at listin, ið skal prýða nýggja skúladepilin í Marknagili, »bara« er føroysk, og ikki útlendsk, sum hon skrivar.
List fyri tríggjar milliónir krónur skal prýða Glasir, nýggja skúladepilin í Marknagili. Men tað er ikki tann rætta listin, ið fer at prýða Glasir, heldur listfrøðingurin Kinna Poulsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo