Skúlablaðið: Hóast Suni Poulsen er varin við at leggja ábyrgd og uppgávu á fólkaskúlan, tá ið talan er um at fáa broytta liviháttin millum børn og ung inn aftur á rætta kós, frítekur hann ikki skúlaverkið heilt. Tað er umráðandi, at skúlin, lærarin og flokslærarin eru tilvitaðir um, hvussu livihátturin er broyttur, og hvørjar avleiðingar tað hevur við sær, heldur Suni Poulsen.
- Lærarin má duga at formidla, hvat eitt lív er, har tú ansar væl eftir tær sjálvum og trívist, og hvat tað er, sum vit gera, ið er ósunt fyri okkum. Tað er lætt at broyta hugburðin hjá børnum.
Men tað er ikki nóg mikið bara við upplýsing; skúlaverkið tørvar hjálp frá teimum, ið eru serkøn á økinum, og tí eiga sálarfrøðingar at verða settir í fólkaskúlanum, eins og vit síggja tað verður gjørt í miðnámi, og eins og gjørt verður í fólkaskúlanum í okkara grannalondum.
- Tað er eingin ivi um, at verða sálarfrøðingar settir í skúlaverkinum, so kunnu vit fyribyrgja nógvum seinskaðum. Tað er ikki nøktandi, at tú eittans leggur hesa uppgávuna á læraran, heilsufrøðingin ella kommunulæknan. Sálarfrøðingar eiga at taka sær av sálarheilsuni, tí tað er umráðandi, at hetta verður gjørt av einum, sum veit, hvat man skal hava eyguni eftir, og hvat kann gerast við tað, sum kemur fram í kanningini.
- Eg veit, at tað hevur tikið langa tíð hjá miðnámsskúlunum at fáa sálarfrøðing inn í skipanina; tað vísir seg vera ógvuliga trekt og striltið, tá talan er um sálarheilsu, men vit mugu hjálpa politikarunum at skilja, at vit liva ikki í 1940. Lívið nú á døgum er nógv fløktari og meiri avbjóðandi, enn tað nakrantíð hevur verið. Heilsuverkið er rætt og slætt ikki nóg dugnaligt at fyribyrgja, viðgera og basa sálarligum sjúkum, sum bara økjast í tali og veruliga eru størsta heilsuliga avbjóðingin, vit hava. Seta vit sálarfrøðingar í starv í fólkaskúlanum, fyribyrgja vit, at heilsuverkið í seinna enda verður ovbyrjað, og vit bjarga nógvum mannalívum.
Lesið samrøðu við Suna Poulsen í Skúlablaðnum, sum júst er komið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo