- Lærarafelagið hevur ongantíð áður fingið so nógvar fyrispurningar og hjartasuff frá skúlaleiðslum sum í ár.
- Orsøkin er trongu karmarnir, sum skúlaleiðslur hava at virka innanfyri.
Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í skrivi á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
- Tað, sum kann tykjast sum ein patologiska trongd í Mentamálaráðnum, at hava eftirlit, skyldast heilt einfalt, at játtanin á fíggjarlógini til fólkaskúlan ikki røkkur.
- Politiska hugsanin rúmar ikki tankanum, at dygdargott arbeiði kostar, og skuldi ivi stungið seg upp, so ber til at sissa seg við, at rationaliseringar og effektiviseringar loysa trupulleikan.
- Men broytta búsetingarmynstrið, flytanin av smábygdunum til størru plássini, hevur longu framt tær effektiviseringar, sum eru, so har er ikki so nógv meira at heinta.
- Játtanin til fólkaskúlan er heilt einfalt ov lág, og tað er lítil uggi, at fólkaskúlin ikki er einasta almenna tænastan, sum stendur fyri hóttafalli, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo