Tórshavnar kommuna letur upp lestrarhøli í miðbýnum mánadagin 27. juni. Lestrarhølini eru á Býarbókasavninum á ovastu hæddini, liggja væl fyri við sjálva gongugøtuna og í summar verður hæddin latin lesandi burturav. Her kunnu ung lesandi á framhaldslestri sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars.
Hølini eru ein tænasta til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og sum hava eina stóra uppgávu ella aðra próvtøku fyri framman. Støðugt fleiri lesa eisini á Setrinum í Føroyum, og tí er hetta somuleiðis eitt hent stað hjá hesum at savna seg um lesnaðin í friðarligum umhvørvi í summar. Øll lesandi eru vælkomin at nýta hølini. Ókeypis net er í Lestrarhølunum.
Lestrarhølini eru opin til sunnukvøldið 21. august 2016.
Upplatingartíðir:
mánadag - hósdag: 9 -21
fríggjadag: 9-18
leygardag: 10-16
sunnudag: 14-17
Býarbókasavnið og lestrarhúsið er stongt á ólavsøku. Til ber at lesa meira um lestrarhølini HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo