Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla.
Nomi Jacobsen er 54 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.
Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Hon hevur m.a. verið fyrstilærari í Norðskála-Oyrar Skúla síðan 2010 og fram til januar í ár, tá hon var sett sum virkandi skúlastjóri í Vestmanna Skúla.
Nomi tekur við starvinum sum skúlastjóri í Vestmanna Skúla 1. august 2016 at rokna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo