Í mai 2016 vóru 3 feløg/samtøk undangóðkend til at bjóða uppá verkætlanina í innbodnari licitatión.
Í gjár 29. juni 2016 var licitatión uppá høvuðsarbeiðstøkuna.
Hesi feløg/samtøk bjóðaðu og teirra boð vóru hesi:
P/F Articon- Sp/f Búsetur: Boð kr. 293.866,875,62.
SP/F TG-Verk – Boð kr. 275.982.636,00.
P/F MT Højgaard Føroyar – Boð kr. 273.000.000,00.
Metingin var kr. 247.864.000,00.
Farið verður nú undir at granska innkomnu boðini við atliti kostnaði, fyrivarni og alternativum tilboðum. Síðan verður politiskt støða tikin til, hvør fær í boði at samráðast um eina partalagsavtalu og har raka ein targetprís. Um hetta ikki ber á mál, verður støða tikin til um farast skal víðari við sama arbeiðstakara.
Um verkætlanina Skúlin á Fløtum verður trýsporaður frá 0 -7. flokk og fimm spor í 8 - 9. flokki. Tilsamans verða umleið 850 næmingar og 100 starvsfólk á skúlanum.
Skúlin verður umleið 11.600 m2 til víddar. Skúlin verður bygdur í trimum byggistigum árini 2018-20.
Samtakið Eind er ráðgevi og stendur fyri projektering og eftirliti. Í juni 2016 var farið undir avgrevstur úti á Fløtum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo