Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tekstur og mynd - Høgni Mohr: Børn eru ikki evangelistar, men næmingar, sum helst skulu upplærast í góðum og harmoniskum umhvørvi. Men munurin á einum kristnum frískúla í Skálafirði og einum vanligum fólkaskúla er altso, at í frískúlanum verður størri dentur lagdur á átrúnað.

Samkoman Keldan í Skálafirði rekur frískúla, ið eisini hevur forskúla og frítíðarstovu. Skúlin byrjaði í 2010 við forskúla og fyrsta flokki við tilsamans 19 børnum. Nú eru 95 næmingar úr 15 ymsum bygdum og býum; summir koma heilt úr Kollafirði.

Kristna støðið
Frískúlin Keldan elur upp næmingar, so teir gerast tryggir, glaðir, sjálvstøðugir, ábyrgdarfullir, heilskapaðir og upplýstir persónar, ið æra Gud og tæna familju, samkomu og samfelagi.

Skúlin vil eisini gera einstaka næmingin ærligan, arbeiðsaman, ósjálvsøknan, lýdnan, treystan, næstagóðan og altjóða ábyrgdarfullan.

– Vit vísa á virði, vit halda vera týðandi fyri menniskjað í samfelagnum. Torført er at siga, um hetta eydnast; tað verður altíð upp til tann einstaka, sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari.

At skúlin byggir á kristnu trúnna merkir, at hvørt menniskja hevur serligt virði uttan mun til kyn, átrúnað, útsjónd, hugburð ella førleikar. Hesar meginreglur skulu eggja næmingum og lærarum at virða hvønn annan og at vera góðar við onnur fólk.

Lesið alla greinina í Skúlablaðnum, sum kom í juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo