Skúlablaðið: Judith í Skorini Jacobsen, lærari, og Marjun í Jákupsstovu, námsfrøðingur, í forskúlanum, ivast ikki í, at forskúlin er ein góður háttur at menna og gera børnini skúlabúgvin.
- Eg ivist ikki í, at hesi børnini eru klár at fara í fyrsta flokk eftir summarfrítíðina; vit hava møguleikan at síggja, hvussu børnini eru fyri sum heild, fakliga og sosialt, og eru tað børn, sum hava serligan tørv, síggja vit tað longu í forskúlanum, soleiðis at tey kunnu verða loftað, áðrenn tey byrja í fyrsta flokki. At tey verða loftað tíðliga, fyribyrgir at tey seinni skulu stríðast við ymiskt; vit kunnu seta inn við tiltøkum beinanvegin, soleiðis at eingin nýtist at verða sleptur upp á fjall; hetta er ein stórur fyrimunur við forskúlanum, sigur Judith í Skorini Jacobsen.
Forskúlin hevur skrivligt loyvi frá foreldrunum, soleiðis at upplýsingar um børnini, sum barnagarðurin hevur útvegað, kunnu útvegast forskúlanum.
- Hesar upplýsingarnar gera, at vit hava betri fortreytir at møta børnunum, har tey eru, sigur Marjun í Jákupsstovu.
Tað er ikki møtiskylda í forskúlanum; lagt verður kortini upp til, at børnini møta klokkan 8; fyrst á skránni hvønn morgun er morgunsangur og samling, og dagurin endar við leiki og læru umframt at tikið verður saman um dagin; týsdag er evnisarbeiði á skránni; annars eru málmenning, talfatan, tónleikur og rørsla á skránni. Dagurin er væl skipaður, og tað er gott fyri børnini, halda tær báðar.
Í ár eru 14 forskúlabørn, nøkulunda javnt býtt millum kynini; komandi ár eru tey 10 í tali, ein genta og níggju dreingir.
Lesið samrøðu við Judith í Skorini Jacobsen og Marjun í Jákupsstovu í Skúlablaðnum, sum júst er komið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo