Hósdagin í farnu viku vórðu tilboðini upp á byggingina á Skúlatrøð latin upp í býráðshúsinum. Skúlabyggingin er størsta einstaka byggiverkætlan, ið Klaksvíkar kommuna er farin undir, og tí var spenningurin stórur um tilboðini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið er formaður í stýrisbólkinum fyri skúlabyggingina, fegnast um, at tilboðini lógu nakað undir metingunum, ið ráðgevararnir annars høvdu gjørt.
- Hetta merkir, at vit hava sera dugnaligar fyritøkur her í økinum, ið veita kappingarførar prísir og eina góða tænastu. Nú verða tilboðini gjøgnumgingin, og eftir ætlan verða sáttmálar undirskrivaðir í næstum, upplýsir borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.
Fyritøkurnar, ið høvdu lægstu tilboðini, vóru:
RÁHÚS (stórarbeiðstøka) - Sp/f MALLTEK
INNILOKING (stórarbeiðstøka) - Sp/f Norðhús
INNRÆTTING (stórarbeiðstøka) - Sp/f MALLTEK
MÚRARAARBEIÐI - Jan E. Andersen
MÁLARAARBEIÐI - Sp/f Anskar Hansen
GÓLVARBEIÐI - Gólvmenn
HVS-ARBEIÐI - P/f Blikksmiðjan
VENTILATIÓNSARBEIÐI - P/f Blikksmiðjan
CTS-ARBEIÐI - Sp/f Victor á Lakjuni
EL-ARBEIÐI - Sp/f EL-IN
Samlaði kostnaðurin fyri hendan partin av skúlabyggingini varð mettur til 68,8 mió., meðan tilboðini lógu á 65,8 mió.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo