Vodafone og Huawei góvu herfyri einum KT-studenti á Fróðskaparsetri Føroya møguleikan at fara í starvsvenjing í Kina.
Áhugað skuldu søkja, og nú hava Vodafone og Huawei gjørt av, hvør setursstudentur tað verður, sum skal til Kina í summar saman við studentum úr øðrum evropeiskum londum.
Navnið verður avdúkað á setursskrivstovuni (rektaraskrivstovuni) kl. 15.00 í dag.
Rektarin, Sigurð í Jákupsstovu, bjóðar væl komin, áðrenn Bárður Nielsen, stjóri á Vodafone, avdúkar, hvør vinnarin er og formliga handar heiðurin.
Til staðar verða eisini Hannes Gislason, professari og útbúgvingarleiðari í KT-verkfrøði, og Xin Qin, professari.
Altjóða luttøka er við til at gera Fróðskaparsetur Føroya sjónligt úti í heimi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo