Í gjárkvøldið setti ein meiriluti í býráðnum fram eitt broytingaruppskot um Santa Frants skúla.
Uppskotið um miðbýarskúla var soljóðandi:
"Við støði í samtykt hjá meiriluta í mentamálanevndini 10. februar 2016 um at menna Sankta Frans skúla sum framtíðar miðbýarskúla, verður við hesum skotið upp at seta serstakan arbeiðsbólk umboðandi skúlastýrini fyri Sankta Frans skúla, Skúlan á Fløtum og Eysturskúlan við hvør sínum umboði og einum umboði fyri mentamáladeildina at viðgera og gera tilmæli um niðanfyristandandi:
1. Uppskot til skúlabygnað fyri framtíðar miðbýarskúla, herundir møguliga framhaldsdeild, ið eisini tekur atlit at skúlabygnaðinum í kommununi annars, umframt atknýttum tilboðum so sum forskúla, frítíðarskúla og klubbtilboði.
2. Uppskot til, hvussu skúlabygningar í miðbýnum kunnu nøkta hølistørvin samsvarandi pkt. 1, herundir tørv á møguligum dagføringum og umvælingum.
Arbeiðsbólkurin skal setast í gongd beinanvegin og lata tilmæli í seinasta lagi 30. november 2016. Tilmælið verður latið øllum skúlastýrunum at viðgera samsvarandi fólkaskúlalógini § 52, stk. 4, og sum síðani og í seinasta lagi 1. mars 2017 letur býráðnum sítt tilmæli."
Uppskotið varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og ongari ímóti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo