Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

NÀM: Tá næsta skúlaár byrjar er lagamanni at taka amerikanska forsetavalið við í undirvísingina. Nýggja temasíðan á Snar er um forsetavalið, sum verður í USA hin 8. november.

Umframt at viðgera valið í ár, greiðir Tóri Højgaard frá søguni, týdninginum og gongdini í amerikanska forsetavalinum yvirhøvur. Uppgávur eru til allar partarnar, eisini um rættin at bera vápn, um skottilburðin í Orlandi sunnudagin og um lobbyismu.

Við støði í heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum hevur Snar eisini gjørt eina tíðarlinju, ið sýnir allar teir 44 forsetarnar, sum higartil hava verið. Barack Obama er fyrsti forsetin, sum ikki er hvítur, og fyri fyrstu ferð er nú møguleiki fyri, at ein kvinna kann verða vald. Á temsíðuni hjá Snar er eisini tilfar um bókmentir og frásagnir, sum úr einum føroyskum sjónarhorni hava tilknýti til USA.

Uppgávur eru til ferðafrásøgnina Brá úr USA, sum Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði og las í Útvarpinum, Marjun Syderbø Kjelnæs lesur tríggjar ferðayrkingar úr savninum Rót Tripp, og Oddfríður Marni Rasmussen greiðir frá um amerikanskar beatnik høvundar og bókmentanarliga hugtakið The Open Road.

Ein amerikanskur sakførari, sum arbeiðir í Washington og hevur vitjað i Føroyum, greiðir frá ymsu politisku fatanunum í Norðurlondum og í USA, og tveir AFS-næmingar, sum hava verið í USA, siga frá upplivingum har.

Til ber at brúka smáar bitar sum ískoytistilfar upp undir forsetavalið, ella at brúka alt tilfarið í ein mánað í heyst. Tilfarið og uppgávurnar á Snar um amerikanska forsetavalið vendir sær til hádeild í fólkaskúlanum í lærugreinunum søgu/samtíð, føroyskum og enskum.

Her er nýggja temasíðan á Snar: http://snar.fo/forsetaval/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo