Kringvarpið: Vit skapa eitt samfelag, her virðið á menniskjum verður definerað eftir tí vit duga, heldur enn hvørji vit eru.
Børnini skulu virðast fyri tað, tey eru, heldur enn fyri próvtølini, tey fáa. Vit skulu elska børnini, ið fáa 5 og 12 líka høgt. Hyggjuráðini eru at siga børnunum, at gert tú títt besta, so er í lagi, líkamikið hvat karakterurin er
Skiftið frá barnagarði til skúla er ovurstórt. Eftir einum degi verða stór krøv sett barninum. Krøv, sum barnið ofta ikki skilir, sigur Bjørghild Djurhuus, sum staðiliga mælir fólki frá at leggja tey góðu próvtølini hjá børnum sínum á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo