Klokkan 13 verður próvhandan. Rigmor Dam, landsstýriskvinna, flytur fram røðu.
Júst árið í ár er serstakt. Hetta er fyrsta próvhandan á nýggja skúlanum Miðnám á Kambsdali, sum bleiv veruleiki, tá Studentaskúlin og Handilsskúlin blivu lagdir saman síðsta summar.
Eisini verða á fyrsta sinni handaði 3-ára gymnasial prógv eftir nýggju breytaskipanini. Harvið er nýggja skipanin sett í verk fult og heilt.
Dagurin 23. juni 2016 fer eisini at vera serstakur, tí í dag verður nýggja høvuðsinngongd og nýggja felagsøki skúlans tikin alment í nýtslu. Til próvhandanina fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, umframt at røða, eisini at taka nýggju høvuðsdyr skúlans í nýtslu.
Próvhandanin fer fram í Ítróttarhøllini á Kambsdali, og eftir próvhandanina verða nýggju dyrnar latnar upp, og so verður drekkamuður á skúlanum, har almenningurin eisini fær høvi at síggja nýggju karmar skúlans.
Seinni í heyst, tá øll ný- og umbyggingin er liðug, verður skipað fyri almennari móttøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo