Teir 19 næmingarnir, sum fáa prógv á Fiskivinnuskúlanum hósdagin 23. juni kl. 14, eru tey fyrstu, sum taka prógv á tilfeingisbreytini. Tískil skriva tey føroyska skúlasøgu.
Tilfeingisbreytin varð sett í verk í sambandi við nýggju gymnasialu breytaskipanina í 2013. Hon er ein føroyskt uppfinning, sum ikki finst aðrastaðni. Tískil er nýggja breytin ein spennandi roynd at skipa eina gymnasiala útbúgving, sum er málrættað til føroyska samfelagið, men sum eisini kann nýtast í altjóða høpi.
Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari. Vónandi fara fleiri teirra at velja hægri útbúgvingar, sum brúk er fyri í Føroyum, so vit kunnu fáa meira burturúr tí føroyska náttúrutilfeinginum.
Á tilfeingisbreytini eru tvær spildurnýggjar lærugreinir. Tann fyrra er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi burðardygt, og hvussu vit bøta um gagnnýtsluna í framtíðini, so vit fáa fleiri nýggj arbeiðspláss í Føroyum.
Hin nýggja lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir hava skrivað tríggjar verkætlanir triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu skrivast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.
Royndin at skipa eina gymnasiala breyt eftir føroyskum leisti hevur eydnast væl, og næmingarnir halda seg hava fingið væl burtur úr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo