Í dag er ein heilt serligur dagur á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta pisan fekk húgvuna í morgun og hetta er samstundis fyrsta pisa á nýggja samanlagda skúlanum.
Talan er um Hjalta Olsen, sum gongur í 13A á búskaparbreytini. Hjalti var uppi í enskum, og tað var Joan Gardar, lærari, sum setti húgvuna á høvdið á Hjalta.
Í samband við samanleggingina hevur Miðnám á Kambsdali fingið nýtt búmerki, sum ímyndar tvær ternur á flogi. Nýggja búmerki er nú eisini á húgvunum hjá miðnámsskúlanæmingunum á Kambsdali.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo