Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tín burður varð mikil og strangur,
havið sum vann miklan dyst,
Vegur til veggja so langur, 
at har kravdist snildi og list.

Tey løgdu til brots, djarva liðið, 
Her heima, úr Suðri í norð,
at telva tað dyggasta stigið,
Og alvunum frægastu kor.

So torføran leik sær at bjóða,
væl vitandi ymiskt alt er,
Øll oyggjabørn saman at sjóða,
Í felag at síggja tað verð.

Sum leitar til heimin hin vísa,
har boðan og skyn vella fram,
Í huga og barmi at hýsa,
Ta tráan sum leikurin kann.

Tann logi teg birti í dirvi, 
og lunnar legði um land,
Skal loga, tá løtan er stirvin
og uppaftur birta tín brand.

Vit minnast tað góða og vonda, 
vit farast og koma á gátt,
Men kveikja ein leitandi anda,
sum elur fram vitan og mátt.

Tíðirnar nýggju at skoða,
vit skymast og byggja ta vón,
Við vinum og frændum at náá,
læru og frælsari sjón.

Páll á Reynatúgvu
Fyrrverandi næmingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo