Tórshavn.fo: Fyri ikki at renna seg í somu støðu aftur, hevur Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt dagførdar leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar.
Sambært dagførdu leiðreglunum hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu nú grundupptøkuøki. Hesi eru samtykt á fundi í Trivnaðarnevndini tann 15. november 2021. Grundupptøkuøkini eru gjørd við støði í talinum á børnum, sum hava aldur at fara í fyrsta flokk skúlaárið 2022/23.
Dagføringin ber í sær, at um so er, at pláss ikki er fyri øllum teimum innskrivaðu børnunum, sum búgva í grundupptøkuøkinum hjá einum skúla, er leiðreglan tann, at tey verða flutt í skúla í grannaøkinum, meðan tey børn, sum so møguliga ikki fáa pláss har, verða flutt eftir somu leiðreglu.
Tú kanst lesa dagførdu leiðreglurnar her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo