Skúlablaðið: Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna. Tímar verða fluttir í skipanini, soleiðis at samlaða tímatalið í týskum og samlaða tímatalið í 7. flokki verða óbroytt.
Næmingarnir í fólkaskúlanum læra danskt frá 3. flokki og enskt frá 4. flokki. Grundgevingin at flyta týskt niður í 7. flokk, er, at arbeiðsbólkurin metir tað er óheppið, at ov long tíð gongur, til teir læra næsta fremmandamál ella einki nýtt mál læra yvirhøvur eftir 4. flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo