Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

(trýst á myndina fyri at gera hana størri)

Lista- og fransknæmingar hava grivið ein slímutan "escargot" fram, júst sum tað sleit í mikudag seinnapart (myndir: Mirjam Joensen, listalærari)

(trýst á myndina fyri at gera hana størri)

Lista- og fransknæmingar hava grivið ein slímutan "escargot" fram, júst sum tað sleit í mikudag seinnapart (myndir: Mirjam Joensen, listalærari)

Fríggjamorgun 10.09.21:

Siga vit “skúli”, so hugsa vit av okkum sjálvum hesar fýra ítøkiligu veggirnar, sum hava stovnsgjørt tað at nema sær kunnleika. Og hóast nýmótans skúlastovurnar á Glasi frískliga hava bjóðað hesi fatan nakað av við talgildaðum kakustykkjaformaðum vakstrarklivum úr glasi, betongi og málmi, so liggur tað kortini nakað djúpt siðbundið í borðum, stólum og talvum.

Tað, sum riggar, hongur við. Og næmingar og lærarar ganga sum seyður upp og niður á seks hæddum við snildfonum í hond og leita eftir stovum, sum støðugt verða dagførdar í talgildu tímatalvuni: 319, 405, 513... Men so mitt í viku var stovunummarið hjá nøkrum næmingum skift út við eitt meira óavmarkað rúm, har ið hugflogið hevði pláss til bæði at lætta sær á og lenda aftur. Og tó, fyri at vera til fyri hesum talgilt óavmarkaða Z-ættarliði, varð henda óvanliga frumskúlastova rúnarist inn í snildfonsskíggjarnar, sum peilaðu kósina oman móti “Sandágerði”.

Sí:

##med2##

Fleiri mundu helst kláa sær í nakkanum við sjónina av fransknæmingum, sum “marchera” oman í Sandágerði (“à la plage”) við kavaskuplum og spakum (“des pelles”).

Fyrst mikudag í regni saman við einum listaflokki, síðan hósdag í dýrdarveðrinum, sum førkaði smílikullurnar eitt kvink uppeftir. Ikki øll sóu meiningina við at fáa ein spaka í hond, tá ið tað nú var á Glasir, tey høvdu melda seg og sínar fínu skógvar til. Og hvat hevði hetta nú at gera við “le français”?! Á hin bógvin er tað soleiðis við sandlist (“la sculpture de sable”), at mann má grava meiningina fram úr sandinum “du sable”. Eitt mál er jú ein ørgrynna av kendum teknum, sum avmarka ein annars óavmarkaðan veruleika.

Til tess at síggja litirnar (“les couleurs”), at hoyra dunið av áarførinum (“le débordement”) og at sansa sandin undir neglunum (“toucher”). Og eftirsum at tað nú var franskt, vóru sniglar og froskar á “menu”-ini (l’escargot et la grenouille).

##med3##
##med4##

Hósmorgunin, millum hamskiftandi morgundypparar og spakar sandgrælingar, gróvu (“creuser”) fransknæmingar sum fyri lívinum, í kapp við tíðina í sanduta Tímaglasinum. Eins og línudansarin Philippe Petit ímillum táverandi Tvíburðatornini, høvdu tey sett sær fyri at útinna tað ómøguliga (“l’impossible”), heilt uttan nakra trygdarlínu (“la sécurité”). Men harra Petit hevði jú eitt toymi rundan um seg, sum arbeiddu ovurneyvt saman (“travailler ensemble”) fyri at náa dreyminum (“le rêve”), so meðan ein skumpaði ein sanddunga burtur við kavaskuplu, var ein annar í holt við at seta skeljapettir inn í kjaftin á hesum risafrosku, sum felags hugflog okkara fekk rikið upp á land. Og júst sum mann hevði mist alt mót um at megna at gerast liðugur til tíðina, hendi undrið at risafroskurin fór at gorra at okkum, so at vit gjørdust spent eftir at taka eina felagsmynd av einum løtulistaverkið – sum bert er til í einum nú, sum síðan skolar burtur og verður til sand aftur (“l’art éphémère”).

##med5##

Klikk.

...meðan bilurin bleiv tann beri sandur, royndi eg at hugsa um, hvussu næmingar mínir kundu læra okkurt franskt burtur úr mínum óhógvi. “Kanst tú líka steðga við Kiosk Aktiv?”. Eg spolaði runu upp á alla vinstru gron, og fekk so tak á hesum smala vegi – kunstens vej er lang og trang – og niðan aftur til rúmdaraskipið Glasir, har ið næmingar og lærari skuldi slúsast til aðrar dimensjónir í skúlastovum, sum mala runt eins og ringarnir um Saturn. Helst fáa tey eina uppgávu at seta nøkur fronsk orð og setningar á, hvat ið hetta var, sum hendi niðri í “skúlastovuni” Sandágerði í einum blokki, sum var “grønari” enn teir flestu.

Napoleon Smith,
lærari í froskum... nei, fronskum

 

(trýst á myndina fyri at gera hana størri)

Lista- og fransknæmingar hava grivið ein slímutan "escargot" fram, júst sum tað sleit í mikudag seinnapart (myndir: Mirjam Joensen, listalærari)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo