Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Grøni háskúlin á Sandi fær nú nýggjan stjóra. Fyrsta desember byrjar Maud Wang Hansen í starvinum sum stjóri á Mat- & Moldmentanarháskúlanum.

Skúlin er nú tvey ára gamal, og grundin er løgd. Skúlin leggur stóran dent á matsjálvbjargni og at gagnnýta náttúruna við umhugsni. 

- Maud fer uttan iva at leggja afturat teimum virðum, sum skúlin hevur, og vit vænta, at hon fer at hóska sera væl inn í háskúlan, Veltu-umhvørvið og Sandoynna annars, sigur Katrin Petersen, stýrisforkvinna fyri skúlan.

Maud Wang Hansen er námsfrøðingur og kandidatur í burðardyggari menning frá Fróðskaparsetrinum. Hon metir háskúlan at hava stóran týdning:

- Mat- og moldmentanarháskúlin er eitt hitt besta høvi vit hava til tess at skapa eina burðardygga framtíð. Her kunnu vit sjálvi verða partur av teirri broyting, vit ynskja fyri okkara umhvørvi, mentan og samfelag, sigur Maud Wang Hansen.

Nógv kenna ivaleyst nýggja háskúlastjóran frá hennara tíð sum forkvinna fyri Pedagogfelagið. Umframt leiðsluleiklutin har hevur Maud drúgvar royndir sum stovnsleiðari. Harumframt hevur hon íverksetaraáhuga - hon hevur egna grønmetisvelting og stovnað heimablídnisfyritøku í Nólsoy. Veltingin verður nú meira í Sandoynni og blídnið nýtt í leiklutinum sum savnandi miðdepil fyri háskúlanæmingar og starvsfólk.

- Bæði starvsfólkini og háskúlastýrið gleða seg til samstarvið við Maud, sigur stýrisforkvinnan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo