Listaleypurin: Seinastu vikurnar hava føroysku listafólkini handan SWAY og EKA- trio vitjað skúlar í Føroyum. Tey hava spælt og sungið fyri næmingum úr 0.-9.flokki í 16 ymiskum skúlum.
“Tað er gleðiligt og neyðugt at listin kemur út til skúlabørn, eisini í hesum tíðum nú heimsfarsóttin leikar á”, sigur Rannvá Káradóttir, verkætlanarleiðari í Listaleypinum. Børnini og tey ungu eru møguliga tey, ið eru harðast rakt í dagligdegnum, nú korona hevur leikað á í skjótt tvey ár. Tað er týdningarmikið, at listin røkkur innum skúlagátt, og at øll skúlabørn sleppa at uppliva list á høgum listarligum støði.
Komandi mánaðirnir fara 25 skúlar at fáa vitjan av millum annað tekniverkstovum, dansisýningum, animatións-og dukkusjónleiki, films-sýningum við live tónleiki og myndlist.
Síggið filmsbrot niðanfyri, tá Sway vitjaði við Listaleypinum fyrr í vikuni.
Stigtakarar: Uttanríkis- og mentamálaráðið, Norðurlandahúsið í Føroyum, Kommunufelagið og LISA-Listafólkasamband Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo