Í ár vann 6. a í Sankta Frans Skúla fiskikappingina “Á flot við Westward Ho”og ein næmingur úr Skúlanum á Fløtum vann kappingina um størsta fiskin. Steypahandan var á skúlunum í morgun.
Borgarstjórin var á staðnum og rósti teimum røsku næmingunum. Túrarnir við Westward Ho eru enn sum áður skipaðir sum ein fiskikapping, soleiðis, at tann flokkurin, sum hevur fiskað flest fiskar, fær steyp til ognar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo