Her greiðir Henny Dánialsdóttir, lærugreinaráðgevi í evning í Námi, frá um andlitskappingina hjá ListaMelduri úr egnu evningsstovuni í Eysturskúlanum, har hon eisini undirvísur.
Andlitskappingin hevur verið í novembur og inn komu 270 tekningar frá børnum í ymsum aldri og úr ymsum flokkum kring landið.
Tey yngstu, sum sendu tekningar inn til andlitskappingina, eru enn ikki eru farin í skúla, og hini eru frá innskúlingini, miðdeild og hádeild í fókaskúlanum kring landið.
Henny hevur heitt á eina dómsnevnd, at taka dagar ímillum mongu tekningarnar, so vinnarar verða valdir í øllum bólkum.
Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á myndlist í skúlanum, og at lýsa, hvønn týdning kreativar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur.
Meginendamálið hjá ListaMelduri, sum verður skipað úr Námi, er tó eitt afturvendandi tiltak í viku 11, sum endar við listafagnaði mikudagin í hesi somu viku, sum verður hin 16. mars.
Her sæst alt um tiltakið ListaMeldur: https://listameldur.com/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo